Hundraðtals arbeiðspláss eru í vanda

- Talan er um fleiri hundraðtals arbeiðspláss, sum nú eru í vanda, tí við politisku ásetingina av 4,5% tøkugjaldinum roknað av samlaða virkseminum, loysir tað seg betur fyri virkini at útflyta rávøru, enn at hendan verður góðskað.


Tað sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, ið hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein § 52a fyrispurning um broyttu fortreytirnar av laksaframleiðslu í Føroyum, aftaná at samgongan hevur kravt tøkugjald frá vinnuni.


Tingmaðurin sigur, at hann reisir málið, aftaná at Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, hevur úttalað seg um, at tøkugjaldið forðar laksaframleiðarum at gera langtíðarsáttmálar av liðugvørum.


- Tað er skyldan hjá øllum virkjum at fáa so góða úrtøku sum gjørligt. Tá tann størsti framleiðarin í landinum boðar frá, at tøkugjaldið partvís tekur grundarlagið undan møguleikanum at gera langtíðarsáttmálar av góðskaðum laksavørum, er talan um ein álvarsaman samfelagstrupuleika.


Tí spyr tingmaðurin nú løgmann, um hvørjar ætlanir samgongan hevur til tess at tryggja, at mest møguligt av laksaframleiðsluni verður góðskað og virðisøkt í Føroyum.