Hesa vikuna hevur løgreglan í Havn havt eitt miðvíst átak fyri at kanna bilar og í hesum sambandi er ein heilur hópur av bilum kannaðir runt um í Havn. Úrslitið var, at yvir 90 bilførarar fáa bót, klipp í koyrikortið og harafturat fáa nakrir bara eina átalu, har talan hevur verið um smáttarí.
Serliga vísir tað seg at vera tórført hjá bilførarum at minnast til at spenna trygdarbeltið og tað eru eisini førarar, sum framvegis ikki geva sær stundir at spenna børnini í beltið, áðrenn farið verður til stroks.
Men annars vísir tað seg sum um at fartelefonin er tann heilt stóri syndarin, tí nógvir bilørarar eru tiknir fyri at tosa í fartelefon.
Av teimum yvir 90 bilførarunum, sum fingu bót, vóru yvir 50, sum fingu bót, tí at teir ikki sótu í trygdarbelti og harafturat fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið tí at teir ikki høvdu spent børnini í trygdarbelti.
Samstundis fingu yvir 20 bilførarar bót fyri at tosa í fartelefon.