Fólk stóðu í langari bíðirøð í Sjónleikarhúsinum í Havn mikudagin, tá Havnarbókin hjá Birgari Johannessen varð presenterað. Umleið 400 bøkur vóru signeraðar upp á fýra tímar.
Birgar sigur, at fólk komu úr øllum landinum at onga sær bøkur. Hann heldur orsøkina vara, at ein stórur partur av Føroya fólki hevur búð í Havn eitt tíðarskeið, tá tey hava arbeitt ella gingið í skúla. Tá myndir so eru av konfirmantum, studentum, lærarum, sjúkrasystrum og øðrum, rakar bókin ógvuliga breitt og er viðkomandi hjá nógvum familjum kring landið.
Bókin hevur eitt greitt innihaldsyvirlit, men skuldi eg havt eitt navnaregistar aftast í bókini, hevði tað tikið alt ov nógv pláss. Bara konfirmantarnir eru 3.500 í tali, sigur Birgar Johannessen.
mg
Myndatekstur:
1.
Birgar signeraði umleið 400 bøkur í Sjónleikarhúsinum mikudagin
2.
Tvey havnarfólk, Andreas Olsen og Guðrun Haustein, minnast á farnar dagar
3.
Stórur áhugi var fyri bókini










