Hundasýning á Hálsi

90 hundar av ymiskum slag kappast um vikuskiftið á stórari hundasýning í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn Hetta er aðru ferð at Hundaeigarafelag Føroya skipar fyri tiltakinum.

Sunnudagin klokkan 9 setur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sýningina, og verður tað danski Kresten Scheel, sum er dómari.

Hundarnir eru bólkaðir í 10 ymiskar bólkar, og verða allir hundarnir mettir avdómaranum.

Teir, ið verða mettir at verða vakrast ella næst sokallaða rasustandardinum, fáa heiti Excellent, og sleppa víðari í kappingini.

Byrjað verður við at døma hvølpar, ið fáa heitini sera lovandi, lovandi ella minni lovandi. Síðani verður besti hvølpur valdur av hesum. So verða vaksnu hundarnir dømdir.

Allir teir bestu hundarnir kappast um at verða Best In Show, ið er besti hundurin á sýningini. Hetta er endaliga kappingin, har teir allarbestu hundarnir kappast mótvegis hvørjum øðrum.