Tað hendi ein seinnapart í oktober 2009. Ein pápi, sum hevur summarhús í Sandvík, kom gangandi við tveimum sonur sínum.
Knappliga komu fleiri hundar rennandi, og ein hundur læsti um lærið á øðrum dreingjunum.
Málið var fyri í rættinum fríggjadagin, og bóndin var ákærdur fyri at hava latið ótryggjað hundarnar ganga leysar.
Drongurin fekk ikki so stóran skaða, at neyðugt var at fara til lækna, men tað er ikki loyvt at lata hundar ganga leysar og ikki hava tamarhald á teimum.
Bóndin hevði mann sín sum vitni. Hann segði seg ikki hava varnast, at nakar av teirra hundum gjørdi nakað, men teir vóru farnir út um teirra øki, og tá ið hann hoyrdi róp, kallaði hann hundarnar til sín.
Hann koyrdi teir í bilin og fór í hagan við teimum. Maðurin vildi vera við, at hundarnir altíð vóru í búri ella inni.
Pápin vardi dreingirnar
Ein ungur sandvíkingur var í rættinum og vitnaði. Hann var komin koyrandi og hoyrdi hundagoyggja. Hann sá eisini hundarnar koma rennandi, og at ein hundur glepsaði og tók um lærið á øðrum dreingjunum.
Hann kundi eisini vitna, at maðurin hvørki sparkaði ella slerdi út eftir hundinum, bara helt um dreingirnar.
Pápin segði, at hann hevði verið púra forfardur og hugsaði bara um at bjarga dreingjunum.
- Hundarnir komu sum úlvar rennandi, segði hann.
- Av tí at hann hugsaði mest um synirnar, fekk hann ikki við, um hundarnir høvdu helsi og skelti um hálsin. Hann segði eisini, at var maðurin við hundunum komin til hansara, hevði hann neyvan meldað, men maðurin fór bara avstað.
Fólk ímóti teimum
Bóndin greiddi frá, at hon ikki var greið yvir, at hundarnir, hundur, tík og tríggir hvølpar, ikki vóru tryggjaðir.
Á rættarfundinum bað bóndin pápan um umbering. Hon helt tað vera eitt óhapp, at tonnin var komin í drongin. Hon nevndi, at fólk í bygdini vóru ill inn á tey, men soleiðis er ofta, tá ið tað er jørð.
- Eg royni at vera vinarlig móti fólki, og eg vóni at kunna bjóða hasum fólkunum inn at heilsa upp á hundarnar aftur, segði hon.
Sosialurin veit, at í apríl var aftur meldaður ein tilburður um somu hundar.
Hóast bóndin noktaði seg seka, góðtók hon at gjalda 5.400 krónur í bót.