Hundarnir sleppa til frisør

Næsta vikuskifti skipar Hundaeigarfelag Føroya fyri skeiðum við Anniku Ulltveit-Moe.

Annika er altjóða dómari til FCI góðkendar framsýningar og útlærd hundafrisør. Hon hevur drúgvar royndir og vitan innan hundaaling, hundaheilsu og røktan av feldinum.

Fríggjakvøldið 15 feb. ferð hon at hava ein fyrilestur um anatomi. Fyrilesturin verður á skúlanum á Argjahamri.

Leygardagin 16 feb. verður skeið í handling. Hettar er eitt skeið fyri teirra, ið hava áhuga fyri framsýning. Her møta luttakarnir við hundi sínum og læra at handfara hundin rætt, soleiðis at hann til framsýningar verður sýndur frá síni bestu síðu.

Sunnudagin 17 feb. verður skeið í røktan av feldinum. Eigur tú ein hund, ið hevur tørv á frisør ella hevur langan feld, so er hettar akkurát nakað fyri tykkum. Luttakarin hevur sína egna hund við og við vegleiðing og hjálp frá Anniku læra tit um feldin á egnum hundi og hvussu feldurin skal handfarast.

Meira um tiltakið sæst á síðuni hjá HUFF, www.huff.dk