Tað er ikki illa meint, men tann nýggjasta trendin millum hundaeigarar, sum merkir oyraringar til kelidjór, er í roynd og veru djórapínsla. Ein gravhundur við hatti, ein labrador við tasku og nú ein Chihuahua... við oyraringum!
Fólk plaga at lata hundum og kettum sínum í klæðir, tí tey síggja fitt út í tí, og nú er tann nýggi trendurin at fáa hol í oyruni hjá djórum sínum.
´Dyrenes Beskyttelse´ eru sterkt ímóti tí og kallar tað djórapínsla og siga at tað er sera ólógligt.
Ólógligt
- Tað er ótrúligt, hvat fólk kunnu finna uppá, bara fyri at fáa uppmerksomheit. Tey hugsa ikki um djórið og pínuna sum tey fara ígjøgnum, sigur djóralæknin, Lotte Brink frá ´Dyrenes Beskyttelse´.
Um tú lesur djóraverndarlógina § 14, so sært tú at tað passar.
- Og at operera hundin ella kettuna hjá sær, fyri at broyta útsjóndina hjá djórinum, hevur verið og fer altíð at verða ólógligt.