Ein partur av skeiðnum er um klipping av hundi, har fólk ofta lata hundin doyva hjá djóralækna og síðani sjálvi trimma hundin. Úrslitið er mangan hareftir, men nú verður so møguleiki at fáa kunnleika um, hvussu ein trimmar hundin, hvussu ein bustar tenn hansara og hvussu ein reinsar eyguni og oyruni.
Samstundis við skeiðið er eisini gjørligt at melda seg sum lim í Hundaeigarafelagnum. Sum skilst hevur gingið væl við at fáa fólk at tekna seg sum limir. Í dag eru sostatt omanfyri 40 fólk limir í felagnum.