Amerikumenn hava tiltøk við øllum hugsandi og óhugsandi evnum. Nú um dagarnar var ein parada í Idaho, sum kallaðist Lost In The 50s. Hetta var eitt afturlítandi tiltak, har fólk fóru í klæði, sum vórðu brúkt í fimtiárunum. Hesir báðir hundarnir høvdu eisini gjørt seg út til paraduna við 50’ara sólbrillum.










