Hundar kapp­aðust

Stór seyða­hunda­kapp­ing var við Leynavatn um vik­u­skift­ið. Leyg­ar­dag­in kapp­aðu­st klassi 3, sum eru teir bestu hund­ar­nir í landinum, og klassi 1, sum eru hundar á byrjunastøði.

Sunn­u­dagin kappaðust klassi 2, ið eru hundar, sum eru komnir víð­ari. Kapp­ingin var væl fyri­skip­að og  sera væl­eydn­að. Í góðveðrinum  lut­tóku 43 hundar.
 
Vinnarirnir gjørdust:

Klassi 3:
Nr. 1  Páll Poulsen við Taru
Nr. 2 Eyðstein Jensen við Nap
Nr. 3 René Hansen við Taff
 
Klassi 2:
Nr. 1 Oyvindur Brimnes við Frigg
Nr. 2 Hjørleif H. Jensen við Holly
Nr. 3 Tummas jacobsen við Glen
 
Klassi 1:
Nr. 1 Tummas Jacobsen við Cap
Nr. 2 Eystein Jensen við Gyp
Nr. 3 Mikkjal Holm við Perlu

Úrslit og fleiri mynd­ir síggjast á heim­a­síð­uni hjá Føroya Seyð­a­hund­a­felag: 
www.hundar.fo