Hundar gerast sjúkir av høgtíðarmati

Eisini hundar dragast við búksjúku um høgtíðina. Hjá Djóralæknatænastuni í Havn fáa tey nógvar hundar inn, sum hava fingið ilt í búkin av eitt nú rosinum og fleskasteik. Nakrir hundar verða beinleiðis eitraðir, sigur Kristina Dahl Joensen, djóralækni hjá Djóralæknatænastuni í Havn.

 

Kristina Dahl Joensen sigur, at einki er til hindurs fyri at geva hundunum eitt petti av kjøti, men teir tola hvørki feitt ella søtt.

 

Serliga myrk sjokoláta er vandamikil fyri hundar. Sambært Kristinu Dahl Joensen, djóralækna, er myrk sjokoláta so vandamikil, at ein miðalstórur hundur steindoyr, um hann etur 200 gramm av myrkari sjokolátu. Ein miðalstórur hundur vigar millum 12 og 15 kilo. Minni hundurin vigar, minni tolir hann, sigur hon.

 

Góðu ráðini frá djóralæknanum eru at lata vera við at geva hundinum bein. Hann skal heldur ikki hava feitt ella nógv kryddaðan mat, og søtt tolir hundurin als ikki. Og sum nevnt er myrk sjokoláta lívshættislig fyri hundin, og mælt verður tí frá at hava myrka sjokolátu liggjandi á borðinum.