Hundar fara at grava

Politiið hevur í dag tikið upp aftur leitingina í Nes haga eftir Pidda Hansen, sum hvarv í november í fjør.

Nú hevur politiið umframt fólk eisini fingið fýra servandar hundar at hjálpa sær í leitingini. Teir komu til Føroya í gjár.

Hesir hundar eru serliga kønir í at leita eftir onkrum, sum er grivið. Peter Thaysen, løgregluovasti váttar, at tað er hetta, sum leitingin snýr seg um.

Hann vil ikki siga neyvt, hvar í Nes haga leitað verður.

Í sambandi við leitingina verður økið stongt, og tað verður tað alla vikuna, sigur Peter Thaysen.