Hundar brendu inni

Tveir hundar doyðu av roykeitran av einum eldsbruna í einum sethúsum í Havn leygarmorgunin

Leygarmorgunin um átta tíðina fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um eldsbruna í einum sethúsum í vesturbýnum.
Talan var um eina grýtu við kjøtsúpan í, sum var kókað turr á komfýrinum. Ongin opin eldur var, men nógvur roykur.
Fólkini lógu og svóvu í húsinum, men tey sluppu út í øllum góðum. Verri gekk hjá tveimum hundum, sum ikki doyðu av roykeitran.
Løgreglan heldur, at eldurin kann hava kyknað av, at hundarnir, sum vóru í køkinum um náttina, hava roynt at komið sær upp á borðið eftir kjøti. Í royndum teirra kunnu teir so vera komnir undir knøttarnar til plátuna, og so er grýtan kókað turr. Og hundarnir doyðu so av roykeitran.
Húsini fingu nakað av roykskaða.