Hundamótasýning í SMS

Hundadagur verður í SMS leygardagin frá tí at sølumiðstøðin letur upp kl. 10.00 til hon letur aftur kl. 16.00.

Á hundadegnum verður høvi at kunna seg um hundafelgið og virksemi teirra. Eisini verður høvi at heilsa uppá hundar á Torginum. Hæddarpunktið á degnum verður kl. 15.00, tá hundafelagið saman við Beintu Vilhelmsen skipar fyri hundamótasýning á torginum í SMS.