Herfyri gjørdi Føroya Rættur niðurstøðu í einum ógvuliga margháttligum máli, sum vit bara kenna úr amerikansku rættarskipanini.
Ein bólkur av ferðafólki er eitt kvøldi í 1993 á vitjan í Roykstovuni í Kirkjubø. Roykstovan er partur av heiminum hjá bóndanum Pálli Patursson og konu hansara Sølvá. Har ferðast javnan ferðafólk at hyggja eftir hesin partinum av húsunum, sum er fleiri hundrað ára gamal.
Hetta kvøldið vil so illa til, at ein hundur hevur lagt ein lort í gongina. Íslendska kvinnan er so óheppin, at hon glíður í lortinum og fær eftir øllum at døma skaða av fallinum, tí tað hevur nú givið henni 42.000 krónur.
Bryndis kravdi upprunaliga einar 80.000 krónur í endurgjaldi, men rætturin skar hetta kravið niður í eina helvt.
8% invalid
Danski sakførarin hjá Bryndis, sum eitur Søren Isaksen, førdi í rættinum fram, at kvinnan hevði mist 8% av sínum arbeiðsføri orsakað av fallinum. Hetta gjørdu tey upp í krónum og oyrum, sum gav einar 80.000 krónur.
Bryndis Gudmundsdóttir hevur fingið skaða í knæið orsakað fallinum í lortinum í Kirkjubø. Arbejdsskadestyrelsen í Danmark og aðrir serfrøðingar hava verið inni í myndini gjørt upp, hvussu stórur skaðin er.
Søren Isaksen heldur, at orsøkin, til at hon ikki fekk tær 80.000 krónurnar, sum tey kravdu, kanska er, at Bryndis sjálv ikki var hjástødd í rættinum til dómsviðgerðina. Dómarin kundi tískil ikki nýta hennara vitnisburð sum grundarlag undir dóminum.
Tað kann tískil vera ein fyrimunur hjá teimum at fara í landsrættin. Hann hevur varhugan av, at tað antin verður alt ella einki, tá landsrætturin fer at viðgera málið, sum væntandi verður avgjørt einaferð til várs.
Alment stað
Rætturin førir fram, at roykstovan og gongin er eitt alment museum og ikki eitt privat heim. Tí hevur eigarin ábyrgd av at halda tað reint, so eingin vandi er hjá fremmandum og ferðafólki at ferðast har.
? Eg haldi, at hesin dómurin er burturvið. Eg havi næstan alt mítt lív roynt at hildið roykstovuna og hesi fornminnini viðlíka, og nú skal eg dømast fyri vantandi reinføri, sigur Sølvá Patursson, sum sjálvsagt er skelkað at úrskurðinum hjá dómaranum, Børge B. Petersen.
Hjúnini høvdu tá fyri átta árum síðani eina hundatrygging, um hundarnir á garðinum komu at gera onkran skaða. Henda tryggingin tók tó ikki við skaðanum í hesum førinum.
Síðani hava tey fingið sær allar hugsandi tryggingar fyri ikki at uppliva hetta einaferð afturat.
Sølvá minnist, at hon stóð í køkinum og bakaði pannukøkur, tá óhappið fór fram. Hon greiðir frá, at hon gav Bryndis pannukøku, og portørarnir, sum komu eftir henni, fingu eisini ein bita hetta lagnutunga kvøldið. Tá droymdi eingin um, at hetta fór at enda við einum endurgjaldskravi á 80.000 krónur.
? Tað er hart at hava hetta sitandi á sær, og 42.000 krónur er eisini nógvur peningur, tí so nógv kastar ferðavinnan ikki av sær, sigur Sølvá, sum kallar hetta fyri ?amerikanskar tilstandir í Føroyum?.
Spurningurin er, at um eigarin av húsinum hevur ábyrgdina av, at ein hundalortur er komin at liggja í gongini uttanfyri vanliga upplatingartíð. Tað helt Føroya Rættur í fyrstu atløgu, og nú skal Eystari Landsrættur taka støðu í sama máli.









