- Tín hundur - tín lortur.
Hetta er boðskapurin hjá Vestmanna kommunu, sum nú er farin undir eitt átak fyri at fáa hundalortar vekk úr bygdini.
- Bygdin hevur verið vetrarfriðað í nøkur ár og seyðasparlar liggja ikki á vegum, gongubreytum og øðrum kommunalum økjum longur. Men tað gera hundalortar! Hóast fleiri hundaeigarar taka upp eftir hundinum, so eru tað framvegis nógv, ið ikki gera tað, og tað er neyvan nakað so ólekkurt sum at traðka í ein hundalort, ljóðar tað frá Vestmanna kommunu í dag.
##med2##
Tí kunnu hundaeigarar nú fáa eitt bunti av hundalortaposum á Kommunuskrivstovuni, og eisini hava arbeiðsmenninir, sum arbeiða við fríðkan, hundalortaposar at lata frá sær. Hundalortaposar fáast til keyps í Á-handlinum og um stutta tíð eisini á Magn.
- Vestmanna Kommunu vónar við hesum átaki, at allir hundaeigarar fara at brúka hundalortaposar, skrivar kommunan.












