FCH skipar leygar- og sunnudagin fyri familju- og hundadøgum við Leynavatn.
Her er eisini matsøla, fiskibrunnur og Víkingarnir verða á staðnum.
Venjarar hjá FCH vera har til eitt prát við teg, og ókeypis venjing er eisini á skránni.
So um tú eigur hund ið ongantíð hevur verið til venjing, kom við, ella ongan hund hevur so kom við, hevur tú akkurát keypt tær hund, kom við, hevur tú einki við hundar at gera, kom við, tað er altíð møguleiki at hugna sær og fáa eitt gott prát afturvið einum heitum koppi av kaffi, sigur felagið.
Ymiskar FM kappingar í hundaítrotti vera eisini.









