Hundalív í handlunum

Fyri nøkrum árum síðani bleiv tað av álvara modernað at fáa sær hund. Ikki bara ein tilvildarligan seyðahund ella eitt “gadekryds”. Fólk vildu hava rættar rasuhundar – chihuahua, mops, yorkshire terrier og aðrar.

Tí er tað í dag heldur ikki óvanligt at síggja hesi hundasløgini í føroysku býarmyndini.

Heldur ikki tá tú fert til handils. Tí nú havi eg upplivað meir enn einaferð, at hundaeigarar taka lítlu hundarnar við sær inn í matvøruhandlar.

Eg – sum annars haldi, at flest allir hundar eru fittir og sum oftast eisini væl vandir – ynski hesar lítlu hundarnar langt vekk, tá eg keypi matvørur.

Herfyri valdi ein hundaeigari at seta sín chihuahua í innkeypskurvina, soleiðis at hundurin veruliga slapp at vera við til handils. Hundurin sat í kurvini, har eg og tú leggja breyðið, tomatirnar, súreplini og alt hitt niðurí. Tað er ikki serliga feitt, at mínar tomatir skulu liggja sama stað sum ein hundareyv hevur verið!

Onkrir hundaeigarar velja tíbetur innkeypskurvina frá og brúka ístaðin sína egnu tasku. Men tað er ikki nógv frægari. Tá eigarin til dømis fer yvir í frukt- grønmetisdeildina og bukkar seg nakað niður eftir teimum nýggjastu agurkunum og teimum mest reyðu súreplunum, fylgir hundatrýnið í taskuni við og streyfar tær vørurnar, sum eg og tú fáar tímar seinni skulu eta.

Hundarnir hava fýra bein. Latið teir standa á teimum – uttanfyri matvøruhandlarnar.