Danski forsætirsráðharrin Lars Løkke Rasmussen hevur fingið nýggjan hundahvølp, eftir at familjan í februar misti hundin Bella, sum gjørdist sjúk og doyði.
Løkke skrivar á sínum Facebook vanga, at hann í dag vitjaði hundahvølpin, sum skal hava føroyska navnið Fríða – hann leggur afturat, at Fríða merkir vøkur.
Hundahvølpurin heldur til hjá mammu sínari, Smilla, sum býr í Esbjerg, og síðst í hesum mánaðinum flytur hundahvølpurin til nýggju familjuna í Keypmannahavn.
Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara Sólrun Jákupsdóttir hava eisini hundin Beauty.