Hundaframsýning á Argjum

Hundaeigarafelag Føroya skipar komandi leygardag fyri hundasýning og hundaframsýning í Argja Skúla

Fyri fyrst er talan um eina sýning fyri hundum uttan ættartalvu. So um tú eigur ein rasureinan hund, ið ikki hevur ættartalvu, ber til at møta við honum á staðnum leygardagin og sýna hann fyri dómarinum Svend Løvenkjær. Dómarin metir hundin eftir sokallaðum FCI ? standardi. Byrja verður kl 15.00.

Tá sýningin av hundum uttan ættartalvu er av, verður kapping ella sokallað skue av hundum við ættartalvu. Sum nakað heilt nýtt verður skipa fyri Barn- og hundsýning. Hendan sýningin er ætlað børnum 15 ár og yngri. Her skulu børnini vísa hundin fram, so væl sum tey megna. Dómarin metir síðani um, hvussu væl hesi bæði samstarva. Tey, ið saman hava bestu sýningina, vinna kappingina. Kappast verður í ymiskum bólkum. Babybólki, hvølpabólki, unghundabólki, opnum bólki, seniorum og veteranum.

At enda verður sokallaða Best in Show kappingin, har allarbestu hundarnir kappast um at gerast vakrasti hundur á hundasýningini.