Hundaóskil á Hamrinum

Trupulleikin við leysgangandi hundum á Hamrinum á Argjum er nú vorðin so stórur, at eigarafelagið í økinum hevur sent skriv í hvørt hús, har heitt verður á íbúgvarnar um at hava hundarnar í bandi

Eitt ótal av klagum um hundaóskil hevur fingið Eigarafelagið á Hamrinum at senda skriv í hvørt hús í býarpartinum, har heitt verður á íbúgvarnir um at gera nakað við trupulleikan.

Flestu klagurnar eru um leysgangandi hundar, sum felagið vísir á eru til ampa fyri bæði børn og foreldur.

»Tað eru ótal av dømum, har fólk klaga um hundalort. Ofta er hetta í sandrúgvum, har børn spæla, og er hetta til mikla øsing hjá teimum, sum sandin, økið og børnini eiga.«

Víðari skrivar felagið.

»Hundur, sum gongur einsamallur, dugir sjálvsagt ikki at skyna á, hvar er rætt at drýta og ikki. Lat hann tí ikki ganga einsamallan, tak ábyrgd av honum og hav hann í bandi. Tann, sum gongur túr við hundi, eigur at taka lortin upp eftir honum. Hetta kann gerast við at hava ein ?skítiposa? við, og verður hetta skjótt ein jaligur vani hjá hundaeigarunum.«

Eigarafelagið væntar, at hundaeigarar fara at taka áheitanina til eftirtektar, og nevndin í felagnum ger samstundis greitt, hvørjar fylgjur hetta kann fáa, um hon ikki verður fylgd.

»Um ikki, verða álvarsamari stig tikin, og hundur og eigari verða uttan ávaring meldaðir. Føroya Landsstýri hevur gjørt kunngerð, sum áleggur hundaeigara at hava hundin í bandi. Sambært kunngerðini verður eigarin revsaður við bót, um kunngerðin ikki verður fylgd.«

Joel undir Leitinum er ein nevndarlimunum í Eigarfelagnum á Hamrinum. Hann heldur ikki, at trupulleikin er serstakur fyri teirra býarpart, men er eftir øllum at døma ein trupulleiki í øllum høvuðsstaðnum.

- Føroyingar hava traditión fyri at lata hundarnar ganga leysar, men hetta gongur als ikki longur, nú talið av hundum er vorðið so stórt, sigur Joel undir Leitinum.