Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur afturkallað vistfrøðiligan hunangin av merkinum Änglamark Hunangurin er tikin av hillunum, ti eingin ávaring stendur á, at børn undir eitt ár mugu fáa hunang.
Børn mugu ikki fáa hunangin, tí bakteriusporar kunnu vera í hunangi, sum nakrar ferðir hevur verið orsøk til smábarnabotulismu. Eingin vandi er hjá størri børnum og vaksnum.










