Hummer til sølu

Leingi hevur ljóðað at General Motors fóru at sleppa sær av við bilmerkið Hummer, sum upprunaliga blivu kendir sum militerbilar undir Flógvakrígnum fyrst í 90-unum.

Nú er avgerðin tikin, og Hummer eru nú til sølu fyri millum 10 og 20 milliardir krónur sambært blaðnum "Wall Street Journal".


Hummer verða gjørdir í fleiri ymiskum útgávum og støddum, sum allir eru gjørdir at kunna koyra har tað er óframkomiligt.


Hummer verða framvegis eisini nýttir sum militerbilar nógvastaðni í heiminum.


Orsøkin til at General Motors selja Hummer er, at teir mangla kapital til at leggja um til framleiðslu av smærri og meira orkusparandi bilum.


mg