Hummels valdi argasta kappingarneytan

Mats Hummels, verjuleikari hjá týska landsliðnum og Borussia Dortmund, hevur seinastu mánaðirnar verið millum heitastu nøvnini í evropeiskum fótbólti, tá tosað hevur verið um spælaraflytingar.


Fyriuttan at vera ein av bestu verjuleikarum í evropeiskum fótbólti, hevur hann nevniliga eisini verið spáddur at fara úr felagnum í summar, nú hann einans hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála.


Argastu kappingarneytarnir hjá Dortmund, Bayern Munchen, hava eisini gjørt sær deilt av hesum møguleika, og boða í dag frá, at teir hava gjørt sáttmála við verjuleikaran. Keypsprísurin verður ikki upplýstur.


27 ára gamli verjuleikarin hevur undirskrivað ein fimm ára sáttmála við týska meistaraliðið.


Munchen er ikki eitt ókent felag fyri Hummels. Tað var nevniliga har, at hann byrjaði sína starvsleið sum fótbóltsspælari, og hevur hann spælt ein dyst fyri felagið. Tað var í 2007.


Hansara seinasti dystur fyri Dortmund verður móti júst Bayern Munchen, tá feløgini møtast í týsku steypafinaluni 21. mai.