Hummels: Einans United er ein møguleiki

Týski verjuleikarin, Mats Hummels sigur, at tað einasta felagið, ið hann umhugsar at skifta til, er Manchester United

Í longri tíð hevur týski verjuleikarin, Mats Hummels, verið settur í samband við eitt skifti til Manchester United. Mats Hummels hevur tó lagt dent á allatíð, at hann hevur trivist væl í Borussia Dortmund, og at hann ikki hevur ætlanir um at fara úr felagnum.

 

Men sum støðan er í Dortmund í løtuni, við tað at felagið neyvan fær pláss í Champions League í næsta ár, so tykist støðan eitt sindur broytt nú.

 

Sambært týska blaðnum bild, hevur Mats Hummels opna møguleikan, fyri at royna ein nýggjan møguleika. Mats Hummels sigur við týska blaðið.

 

-       Um eg nakrantíð skuldi skift til útlandið, vildi eg einans umhugsað at skift til Manchester United.

 

26 ára gamli Mats Hummels hevur sáttmála við Dortmund fram til summarið 2017.