Hummaralimousinan, sum kom til landið herfyri, er nú á veg avaftur landinum. Bilurin kann ikki skrásetast í Føroyum, og verður tí seldur avaftur landinum. Tann longsti bilurin í Føroyum verður tí at síggja á framsýning hjá Bilrøkt í morgin, leygardagin Tað er í sambandi við útsølu av brúktum bilum, at Bilrøkt skipar fyri framsýning í hølunum við Pedda við Steinsgøtu í Havn leygardagin. Har verða nøkur forkunnug ellisakfør at síggja, eins og Hummer limousinan.
- Onkur kemur úr Íslandi at hyggja eftir bilinum í næstu viku, og vit skulu snøgga tí snøgga hann, sigur Jákup á Borg, sum er stjóri hjá Bilrøkt.
Tað var www.byin.fo, sum keypti bilin til landið, men av tí at hann er so langur, og at so langt er millum akslarnar, kann hann ikki skrásetast í Føroyum. Tað kann hann heldur ikki í Danmark. Men Íslandi er eftir øllum at døma eingin trupulleiki at skráseta ein slíkan bil.
Framsýningin hjá Bilrøkt er opin í morgin, leygardagin frá kl 10-14.