Heilsufrøðiliga starvsstovan boðar frá, at tey, ið hava keypt Bornholms Hummarasuppu, mugu antin beina suppuna burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.
Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at hummarasuppan, ið er framleidd av Amanda Seafoods, er ikki nøktandi hitaviðgjørd, og at vantandi hitaviðger av hummarasuppuni ger, at hon kann vera heilsuskaðilig.
Talan er um hummarasuppu, ið er framleidd 3/4 í 2020 millum kl. 14:32 og 16:37.