Hummarar, hemarar og hugni

Børnini stóðu við hondunum langt niðri í fiskakørunum, matarroykur fylti tjøldur og bryggju, og ein stuttlig kapping fylgdi aðrari. Føroya Sjómannadagur er farin afturum Føroya Sjómannadagur heiðrar siðbundnu sjóvinnuna, og hóast tiltakið ikki hevur nógv ár á bakið, hevur dagurin longu fingið eitt siðbundið snið.

Eingin Sjómannadagur uttan fiskakør, pannukøkur, fisk og chips, togtogan og egnikapping. Fólk vita, hvat tey fáa, og tað riggar.

Børnini tyrptust um fiskakørini og róu millum keiirnar, og stóra mannamúgvan framman fyri stóra pallin heppaðu óført á sterku og skjótu menninar á pallinum.

Millum nýggju tiltøkini hendan sjómannadagin vóru fólkalívsmyndir og sjónleikur, sum vóru partar av 100 ára føðingardagshaldinum hjá Klaksvíkar kommunu.

Eingin grindahvalur var tøkur í ár, so í staðin høvdu fyrireikararnir fingið tríggjar hemarar. Og børnini hildu teir vera bæði spannandi og ræðandi.

Sí annars myndafrásøgnirnar til vinstru á Portalinum.