Á stórum golfbreytum uttanlands er vanligt at sígga elektriskar vognar, sum verða nýttir til at flyta golfspælarar og útgerðina runt á økinum. Hesir vognar eru ofta nokk so anonymir og síggja ikki út av so nógvum. 
Ein fyritøka í Onglandi, ið nevnist Mini Hummer Europe Ltd., er við loyvi frá General Motors farin at gera elektriskar Hummer golfvognar í ymiskum modellum. Vognarnir vera designaðir eftir egnum ynski. 
Umframt Hummer gera teir eisini ymiskar roadster útgávur í gomlum sniði. Annars eru teir eisini í ferð við at framleiða Cadillac golfvognar. 
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at kontakta VW-konsernina og gera VW Golf sum golfvognar. 










