Hummarafiskarar í stríð við Bakkafrost

Í gjár vóru hummarafiskararnir, brøðurnir Sólarn Isaksen og Marne Isaksen, í Fútarættinum í sambandi við eina trætu ímillum teirra og Bakkafrost, um hvør hevur loyvið til økið í Haraldsundi. Úrskurður í málinum verður í morgin

So løgið tað ljóðar, so hava bæði hummaramenninir og Bakkafrost fingið loyvi til hvør sítt virksemi á sama staði, men frá hvør sínum myndugleika. Hummarafiskararnir hava fingið loyvi til hummarafiskiskap, meðan Bakkafrost hevur fingið loyvi at seta ringar út á økinum.

Málið var fyri í Fútarættinum í gjár, og sakførararnir hjá báðum pørtum løgdu sjónarmiðini fram. Partarnir fingu at vita, at úrskurður í málinum fór at verða kunngjørdur í dag. Seinni í gjár fingu teir at boðini, at úrskurður ikki fór at vera kunngjørdur fyrr enn hósdagin.

– Vit hava havt hummarloyvi síðani 1986. Vit hava verið noyddir at flyta okkum fleiri ferðir, tí at Bakkafrost er komið longri út á fjørðin við alingini. Men hetta er tað síðsta økið, sum eftir er, har hummari er at fáa, sigur Sólarn Isaksen.

Brøðurnir hava loyvi á 1,5 tons í part, men sambært Sólarn Isaksen kunnu teir kanska fáa 100-200 kilo um árið til samans, um teir ikki sleppa at draga uttanfyri Skálatoftir, sum sambært Sólarn er einasta øki, ið er eftir, har hummari er.  

Teir hava á hvørjum ári søkt um loyvi til hummarafiskiskap, og svar er vanliga komið síðst í desember ella fyrst í januar.

– Vit hava loyvi fram til 31. desember í ár, sigur Sólarn Isaksen, sum eigur bátin Benjamin, ið hevur hummaraloyvi í Haraldssundi. Beiggi hansara, Marne Isaksen, sum eigur bátin Svartaberg, ið hevur loyvi á sama øki. 

Stríðið hevur vart í fleiri ár, men sambært Sólarn Isaksen, so er tað næstan spurningur um lív og deyð hjá teimum.

– Eg verði ringdur upp og biðin um at flyta rúsurnar, men eg havi noktað at gera tað, greiðir Sólarn Isaksen frá.

Hann sigur hetta vera grundina til, at málið er enda í Fútarættinum.

– Vit hava einki eftir, um vit missa hetta loyvið. Tað er trupult at stríðast móti einum stórum og sterkum felag. Vit mugu tó síggja, hvat úrskurðurin verður, áðrenn vit taka støðu, sigur Sólarn Isaksen.