Framførslan eydnaðist so mikið væl, at bólkurin hevur hildið á fram síðani. Onkrar útskiftingar hava verið, men kjarnin er hin sami.
Meinhard A. Jensen spælir bass í bólkinum og sigur, at teir eru sera spentir at framføra á Fjarðafestivalinum, sum avgjørt er teirra størsta uppgáva higartil. Um bólkin sjálvan sigur hann:
- Heitið á bólkinum, Humble Cry, sigur rættiliga nógv um, hvat vit ynskja at fáa út. Ein eyðmjúk ákallan til Gud er í stuttum tað, sum tað snýr seg um hjá okkum.
Meðan boðskapurin er rættiliga greiður, so er tónleikastílurin ikki so fastlæstur hjá Humble Cry:
- Tónlistarligi íblásturin er sera ymiskur frá persóni til persón í bólkinum. Onkur lurtar eftir ordiliga tungum rokki, og onkur annar dámar betri, tá ið tónleikurin er eitt sindur lættari. Og tað kemur eisini til sjóndar í okkara sangum, tí teir eru rættiliga fjølbroyttir í stíli.
- Vit venja dúgliga og gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla á Fjarðafestivalinum.