Humaniterir sorgarleikir í Miðeystri

Teir seinastu dagarnar hevur stríðið ímillum Ísrael og tey palestinensiku økini kravt nógv ósek mannalív og hevur havt stórar humaniterar avleiðingar við sær.

Reyði Krossur er til staðar á báðum síðum í stríðnum. Lokalu feløgini hava eitt nú ábyrgd av sjúkraflutningi - at koyra særd og deyð til sjúkrahús og klinikkir. Tíverri hava báðar síður upplivað, at sjúkrabilar eru álopnir av stríðshuganum. Hetta eigur ikki at henda, tí tað er brot á tær relgur, sum eru galdandi í kríggi. Altjóða Reyði Krossur heitur tí á báðar síður um at virða altjóða humanitera lóg, sum eitt nú sigur, at sivilir borgarar og heilsustarvsfólk ongantíð eru eitt mál og mugu verjast til ein og hvørja tíð, og at gíslatøka ongantíð eigur at koma fyri. Harumframt arbeiða feløgini bæði við at veita neyðhjálp so sum vatn, mat og streym.

 

Mitt í ruðuleikunum í Ísrael-Palestina var ein ógvusligur jarðskjálvti í Afghanistan. Fleiri eftirskjálvtar hava síðan verið, og so seint sum í morgun var enn ein jarðskjálvti í frammanundan illa-stadda landinum. Innanhýsis metingar frá Reyða Krossi vísa á, at útvið 2.500 fólk hava latið lív í jarðskjálvtunum og nógv fleiri eru á annan hátt ávirkað av støðuni. Lokalu Reyða Hálvmánaðfeløgini stríðast fyri at bjarga fólki úr húsaleivdum og at veita neyðhjálp so sum vatn, mat, teppir og sálarligan stuðul til tey, ið hava mist bæði hús og familju.

 

Vavið av hesum báðum kreppunum sær tíverri einans út til at vaksa. Tí veitir Reyði Krossur Føroya, saman við Føroya landsstýri, 1 mió. kr. til at hjálpa neyðstøddum í Ísrael, Palestina og Afghanistan.

 

Stuðulin verður latin til Reyða Kross feløgini á staðnum, sum áhaldandi arbeiða fyri at hjálpa teimum neyðstaddu, sum eru ávirkað av kreppunum. 400.000 kr. verða latnar til humanitera hjálp í Ísrael og tað sama til Reyða Kross í Palestina, og 200.000 kr. verða latnar til neyðhjálpararbeiðið í Afghanistan.