Human Chaos

Gulli Johansen ? guitar og sang. Forritan, ljómborð og bass spælt inn á fløgu.
Unn Thomasen ? Design og styling.

Human Caos hevur verið til síðani Prix Føroyar 2001, tá ið Gulli gjørdi av at broyta navn frá Internal Healing, sum hann fór at spæla undir í 1995 og sum hann eisini kallaðist í Prix Føroyum í 1999, til Human Caos. Hetta komst av, at hann ikki longur spældi kristnan tónleik.
Human Caos hevur spælt nógv síðani síðstu Prix Føroyar kappingina, serliga til Free Føroyar tiltøk.
Human Caos gav eisini eina fløgu út í 2001, hendan kallaðist Self Destruct. Nú arbeiðir Gulli við næstu útgávuni.