Ein dystur hevur í kvøld verið í ensku Premier League.
Dysturin var millum Hull og Liverpool. Tvey lið, ið stríðast í hvør sínum enda av deildini.
Fyri Hull var tað týdningarmikið at vinna dystin, soleiðis at felagið kundi tryggja sær týðandi stig í botnstríðnum, meðan Liverpool eisini noyddist at vinna, um teir skuldu gera sær nakra vón fyri Champions League luttøku til komandi kappingarár.
Men tað var botnliðið, Hull, ið dró longra stráðið. Hull vann dystin 1-0, við máli frá verjuleikaranum, Michael Dawson.
Við sigrinum klatraði Hull tvey pláss upp á stigatalvuni, so at teir nú liggja nummar 15 í Premier League. Liverpool liggur framvegis nummar 5, men hevur sjey stig upp til Manchester United á fjórða plássinum.
Hull – Liverpool 1-0 (1-0)
1-0 Michael Dawson, 37.










