Hull tapti

-

 

útisetar


Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Hull City eru úti úr ensku steypakappingini, eftir at teir mikukvøldið máttu lúta 3-0 fyri Premier League felagnum, Derby.

Tað var tó ikki bara uttan víðari, at Julian og teir løgdu seg niður fyri Ravanelli og Co., tá dystast varð á Pride park. Serliga í fyrra hálvleiki var Hull væl við, og millum annað mundi Gary Alexander skorað, eftir at Julian hevði lagt innfyri, og tvær aðrar ferðir var Derby málið eisini hótt.

Deon Burton fekk tó sissa heimaliðið beint undan steðginum, og eftir hetta var eingin ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa. Derby hevði tamarhald á seinastu trý korterini, og við enn einum máli frá Burton og einum frá Kinkladze.