Hull misti á stokkinum

Í seinasta minutti skoraði Hartlepool útjavnandi málið móti Hull, sum førdi við steðgin. Julian og liðfelagar hansara mistu sostatt tvey týðandi stig

Týskvøldið tók Hull City ímóti Hartlepool á heimavølli. Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri 1-0 við steðgin. Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar.
Julian og teir eru sum vera man ógvuliga vónbrotnir um úrslitið, tí Hartlepool fekk útjavnandi málið ein minutti fyri leiklok, tá Hull lat mótstøðuliðnum eitt bíligt mál.
Hull legði seg framum fyri steðgin og hevði greiða yvirvág í spæli og málmøguleikum. Men eftir steðgin legði Hartlepool trýst á Hull og megnaði at fáa útjavnandi málið at enda.
Venjarin hjá Hull, Brian Little, var sera ónøgdur við sínar leikarar eftir dystin, og hann segði, leikararnir hildu, at dysturin var vunnin áðrenn síðsta bríksl.
Hull er framvegis á fjórða plássi í 3. deild.

Missa spælarar
Í enskum fjølmiðlum stendur í dag at lesa, at teir báðir leikararnir frá Jamaica, Ian Goodison og Theodore Whitmore, eru á veg úr felagnum.
Hull hevur bjóðað teimum báðum nýggjan sáttmála, men hesir báðir hava noktað at skriva undir. Teir eru tí leysir á marknaðinum, og fleiri feløg hava áhuga í teimum báðum.
Hull ognaði sær leikararnar eftir HM í Frankaríki í 1998, tá teir spældu við Jamaica. Hesir eru evnaríkir, og tað er ein stórur missur hjá Hull, sum tó longu hevur fingið aðrar leikarar ístaðin.