Hull koyrt venjaran

Hull City liggur nummar 19 í Premier League og hevur bara vunnið fimm dystir hetta kappingarárið. Tí metti leiðslan í felagnum, at tað var best at koyra venjaran. Phil Brown hevur síðani sagt, at hann er keddur og skuffaður av avgerðini.

 

Tað var annars við Phil Brown á odda, at Hull City fyri fyrstu ferð í søguni tryggjaði sær pláss í bestu deildini í Onglandi í 2008. Hull byrjaði fyrsta kappingarárið í Premier League væl, men tað var ikki fyrr enn á seinasta leikdegnum, at teir kláraðu at sleppa undan niðurflyting.

 

Millum minniligu løturnar hjá Phil Brown, er hálvleikssteðgurin móti Manchester City í seinasta kappingarári. Eftir ein vánaliga innsats í fyrra hálvleiki á City of Manchester Stadium, valdi Phil Brown at hava hálvleiksprátið á vøllinum ? framman fyri Hull viðhaldsfólkinum. Í ár svaraðu spælararnir so aftur, tá teir aftur vitjaðu liðið hjá Gunnari Nielsen. Við skemtiliga miðvallaranum, Jimmy Bullard, í leiklutinum sum Phil Brown, endurtóku spælararnir ?hálvleiksprátið?, tá teir í evstu løtu javnaðu.

 

Ensku miðlarnir hava fyrrverandi Bolton venjaran, Greg Megson, og fyrrverandi West Ham og Charlton venjaran, Alan Curbisley, sum favorittar at taka yvir.