Fótbóltur
Undan dystinum var Chelsea eitt stig framman fyri verjandi meistararnar, og teir áttu ein dyst til góðar.
Hesin gav tó ikki ætlaða sigurin, hóast Chelsea hevði greiða yvirvág og nógvar royndir móti málinum.
Hull legði seg á odda á hálva tímanum, tá Steven Mouyokolo stútaði hornaspark í netið.
Undan steðginum javnaði Didier Drogba, sum spældi sín fyrsta dyst fyri Chelsea eftir nú lidna African Nations.
Chelsea kundi og skuldi kanska eisini skorað avgerandi málið eftir steðgin, men hóast royndirnar vóru nógvar, so eydnaðist hetta ikki.
Eisini skuldu West Ham og Wolverhampton spæla í gjárkøldið, men tann dysturin varð útsettur vegna veður.