Hvussu væl kennir tú søgurnar um huldur, trøll og álvar í Føroyum?
Tiltakið er frá 1.-9. februar. Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, setur Huldulitt á Listasavninum í morgin kl. 15.30. Guðrið Hansdóttir spælir nøkur løg, meðan Hjálmar Dam fer at bera fram eina huldusøgu.
Hesa vikuna er viðarlundin í Havn pyntað við ljósi og verkum, ið børn á skúlum og stovnum í kommununi hava evnað til seinastu vikurnar.
Í miðbýnum eru eisini ljósinstallatiónir á Vaglinum, Hafnia og við SMS. Eisini verður eitt animerað veggjaprýði við listaverkum hjá Williami Heinesen avdúkað í Steinatúni leygardagin.
Skráin fyri Huldulitt kann lesast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn og á Tímin.fo












