??Fyri tað fyrsta haldi eg tað er langt úti og ósømandi at skriva dulnevndar greinar, men hinvegin føli eg meg noyddan at átala, at »eygleiðarin« skrivar soleiðis um Heðin Mortensen. Hann er ein væl virkandi borgarstjóri við áræði, sum bæði vil gera og ger alt tað besta fyri Tórshavnar kommunu. ?Huldukeldan kemur sera niðursetandi inn á tær avgerðir, sum Heðin Mortensen hevur kempað fyri og ímóti, t.d. ímóti hækkandi el-prísum hjá SEV, fyri einum betri vinnulívið í Havn, fyri skoytubreyt og betraðum parkeringsviðurskiftum í Havn o.s.fr. Og so pástendur viðkomandi, at Heðin ikki hevur samfelagssinn og bert hugsar um val og populismu Tað er ikki til at skilja og púra burturvið.?Til eygleiðaran vil eg siga, at Heðin var frammi í desember og segði sína hugsan um hækkingina av el-prísum, og her eri eg púra samdur við borgarstjóranum, at meira útreiðslur til okkara borgarar er langt úti í hesum fíggjarligu trongu tíðum. Tað var dekan ov seint at koma við hesari útreiðsluætlan til allar føroyingar 2 minuttir áðrenn lukkitíð.?Heðin bæði tordi og hevði áræði at tala ímóti hesari vannlukku ætlan hjá SEV. Heðin vildi heldur, at SEV umskipaði teirra lán til langtíðarlán, tí tá fór fólkið ikki at merkja tað sum eina stóra príshækking. Men tíverri var tað ikki undirtøka fyri hesum á aðalfundinum hjá SEV.?Í síni grein kemur huldukeldan eisini inn á vinnulívið í Havn. Tórshavnar kommuna skal ikki skapa nakað vinnulív - tað skal vinnulívið sjálvt gera. Men Tórshavnar kommuna við Heðini á odda ger alt sum stendur í teirra makt við at skapa karmar til vinnulívið. Nýggjasta dømið er, at møguliga finna eina loysn á flakavinnuni í Havn. Her er Heðin á odda fyri saman við okkara vinnulívið fyri at finna eina skilaloysn og fyri at skapa og varveita arbeiðspláss í okkara høvðustaði.?Tórshavnar Skoytubreyt er ein perla fyri Tórshavnar bý og landið alt. Tað verður í løtuni arbeitt við allari megi fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini í Havn. Tað er at gera nýggja ætlan á økinum og finna nýggj parkerinksøki. Tá ið tann parturin er loystur er einki í vegin við at hava Tórshavnar Skoytubreyt á Skálatrøð. Tórshavnar Skoytubreyt er annars til alla gleði fyri trivnaðin í Tórshavn. Forrestin er hon bara har fyribils í 3 mánaðir. Men vit mugu eisini hava skipað parkeringsviðurskiftu.?Um tað er nakar sum hevur samfelagssinn, ja so er tað júst okkara vælvirkandi borgarstjóri Heðin Mortensen. Heðin arbeiðir ikki bara tá ið valár er. Nej, Heðin Mortensen er ein sera virkin borgarstjóri sum arbeiðir árið runt og tað er líka mikið um tað er val ella ikki.