Hulda við nýggjari kykmynd

Hulda, sum í næstum fer á konsertferð í Evropa, gav í gjár sítt fyrsta kykmyndalag út.

Hulda, sum í næstum fer á konsertferð í Evropa, gav í gjár sítt fyrsta kykmyndalag út. Talan er um lagið Every Drop. Kykmyndin er framleidd av Rúna Friis Kjær og Juliu í Kálvalíð.

 

Mikudagin 28. januar byrjar konsertferðin hjá HULDA. Á konsertferðini verður steðgað ymsastaðni í Danmark, eitt nú á Nordatlantens Brygge. Eisin verður farið til Sveis, har tey fara at spæla á festivalinum "Nordklang" í býnum St. Gallen.

 

Les eisini Hulda á konsertferð