Tað var sama søga, sum tað var á varmakeldu fyri einari viku síðani, tá ið genturnar kappaðust í barnaróðrinum á fjarðastevnu, sum í dag er á Strondum.
Hulda hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag vann í Fuglafirði við tveimum sekundum, og í dag ann Hulda aftur. Í Fuglafirði var Rókurin næstfyrstur, meðan Ingibjørg í dag vann næstfremsta plássið heilt trygt.
Rókurin var fýra sekund aftanfyri Ingibjørg, og so vóru tað meiri enn sjey sekund aftur til Spógvan.
1 Hulda 3:02.44
2 Ingibjørg 3:04.02
3 Rókurin 3:08.05
4 Spógvin 3:15.39
5 Ørnin 3:17.00
6 Heykur 3:17.09
7 Karin 3:24.18
8 Dúgvan 3:24.39
9 Beinta 3:33.25
10 Blikur 3:35.45
11 Títlingur 3:42.12











