Hulda snýtti Jallin

Nýggjur vinnari var í barnaróðrinum fyri gentur á Fjarðastevnu, sum í dag er í Vestmanna. Allar tær fýra undanfarnu ferðirnar í summar var Jallur hjá Róðrarfelagnum Knørri fremstur. Soleiðis var ikki í dag. Hulda av Tvøroyri vann, men munurin aftur til Jallin var lítil og eingin.

Hulda hevur undanfarnu ferðirnar verið nummar tvey tríggjar ferðir og eina ferð nummar trý.

Í kappingini millum dreingjamanningarnar var Junkarin úr Kvívík aftur fremstur. Junkarin hevur vunnið allar fimm kappingarnar.

Fípan Fagra úr Klaksvík var næstfremst aftur í dag. Fípan hevur verið næstfremst allar fimm ferðirnar.

 

Barnaróður dreingir

1 Junkarin 02:43.19

2 Fípan Fagra 02:46.07

3 Kollur 02:51.07

4 Pílur 02:53.12

5 Frúgvin 02:57.01

6 Sílið 02:58.23

 

Støðan

1 Junkarin 35

2 Fípan Fagra 30

3 Pílur 23

4 Kollur 16

5 Frúgvin 15

6 Jomfrúgvin 12

7 Sílið 6

 

Barnaróður gentur

1 Hulda 02:54.02

2 Jallurin 02:54.15

3 Teistin 02:58.12

4 Jomfrúgvin 03:02.14

5 Pílur 03:02.20

6 Royndin Fríða 03:04.01

7 Svanur 03:10.03

8 Tambar 03:14.12

 

Støðan

1 Jallurin 34

2 Hulda 30

3 Teistin 24

4 Royndin Fríða 20

5 Jomfrúgvin 15

6 Pílur 12

7 Tambar 3

8 Svanur 2