Hulda á konsertferð í Suðuramerika

Hulda skal spæla til Días Nórdicos Latin America

Í morgin fer forvitnislig konsertferð hjá føroysku Huldu av bakkastokki í Suðuramerika. Hon fór í morgun avstað við flogfarinum til Lima í Peru, har hon skal spæla konsert 1. desember. 

 

Konsertferðin er partur av Norðurlendskum døgum í Latínamerika, sum tey kalla fyri Días Nórdicos Latin America. Her verður tónleikur og mentan frá Norðurlondum í hásæti í eina viku í Buenos Aires í Argentina.

 

Saman við fimm norðurlendskum tónleikarum fer Hulda til Buenos Aires, har ein listasmiðja byrjar 3. desember. Har skulu tónleikararnir samstarva við argentinskar tónleikarar, sum so skal enda við einari felagskonsert 9. desember. Í hesari vikuni verða eisini nakrar einstakar konsertir. 

 

Eftir hetta verður farið til Sao Paulo í Brasilia, har konsertir verða 12. og 13. desember.

 

Hinir tónleikararnir til Días Nórdicos Latin America verða Peter Wangel (Danmark), The Hearing (Finnland), Birdpeople (Áland), og Da Bartali Crew (Grønland).

 

Hulda er Rannvá Helenudóttir, og hon er spent uppá konsertferðina í Suðuramerika.

 

- Alt í alt vænti eg, at tað verður eitt fantastiskt upplivilsi. Eg rokni við, tað verður ein sterkari Hulda, sum kemur aftur til Føroya við nýggjum íblástri, nýggjum feitum tónleiki, fleiri opnaðum hurðum - og eitt sindur av kuløri á bleiku norðurlendsku húðini, sigur Hulda við danska Rosa.org, sum samskipar konsertferðina.