HULDA á konsertferð

HULDA er Rannvá Helenúdóttir, og við sær á konsertferðin hevur hon elektrosnillingin Sakaris Emil Joensen við henni

Mikudagin 28. januar byrjar konsertferðin hjá HULDA.

 

Tað er Nordisk sum skipar fyri hesi konsertferð. Danski upcoming bólkurin Blaue Blume og norski bólkurin New World Vulture luttaka saman við HULDA á Nordisk 2015. Ida Wenøe avloysir Blaue Blume á nøkrum konsertum.

 

Á konsertferðini verður steðgað ymsastaðni í Danmark, eitt nú á Nordatlantens Brygge. Eisin verður farið til Sveis, har tey fara at spæla á festivalinum "Nordklang" í býnum St. Gallen.

 

Á Nordisk 2013 luttók føroyski bólkurin Frostfelt, og á Nordisk 2014 luttók Byrta.

 

HULDA er Rannvá Helenúdóttir, og við sær á konsertferðin hevur hon elektrosnillingin Sakaris Emil Joensen við henni.

HULDA hevur givið út fýra stakløg sum kunnu hoyrast her: https://soundcloud.com/huldasound

 

20. februar kemur plátan hjá HULDU, ið kallast HULDAsound út digitalt, og 3. mars kemur plátan út sum fløga í handlarnar.

 

Stór útgávukonsert verður í Reinsaríinum 7. mars við bólki.