Huitfeldt: - Russar trýstir upp í ein krók

- Vit lata okkum ikki hótta. Vit halda fram at stuðla ukrainska fólkinum í teirra rættvísis bardaga, sigur norski uttanríkisráðharrin.

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, sigur, at russar eru trýstir upp í ein krók í Ukraina, og hon slær fast, at Noreg fer at stuðla Ukraina, bæði við vápnum, pengum og orku. 

 

Í dag hevur Anniken Huitfeldt vitjað í USA, har hon eitt nú hevur hitt trygdarráðgevan hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan. Ovast á skránni var kríggið í Ukraina og norsku gassleiðingarnar til Evropa.

 

- Russar eru trýstir upp í ein krók. Teir líða ósigrar á hermótinum. Álopini á Ukraina gera bara, at enn fleiri lond vísa sín solidaritet móti landinum, sigur norski uttanríkisráðharrin við kringvarpið, NRK.

 

Anniken Huitfeldt ger greitt, at Russland kann ikki ræða Noreg frá at veita hjálp til Ukraina. - Vit lata okkum ikki hótta, men fara at halda fram at stuðla ukrainska fólkinum í teirra rættvísis bardaga.

 

Uttanríkisráðharrin leggur aftrat, at russisku hevndaratsóknirnar í Ukraina bara gera, at enn fleiri lond vísa Ukraina sín solidaritet.