Húgvan sett á túsund høvd

Jan Lamhauge úr Runavík var í gjáramorgunin næmingur nummar eitt túsund, sum leyk prógv á Studentaskúlanum og HF skeiðnum í Eysturoy

 

Tá 20 ára gamli Jan Lamhauge úr Runavík í gjáramorgunin møtti upp í studentaskúlanum á Kambsdali, visti hann einki um, at hann fór at gerast miðdepul í hátíðarhaldi.

Hesa vikuna hava tey á Kambsdali fylgt neyvt við í, hvussu nógvir næmingar hava lokið prógv og harvið fingið hvítu húgvuna á høvdið.

Síðani Studentaskúlin og HF skeiðið varð sett á stovn høvdu 957 næmingar lokið HF ella studentsprógv, áðrenn farið varð undir hetta próvtøkuárið. Og tá samlaða talið av teimum, sum fáa prógv í ár er 79, var tað greitt, at í hesi vikuni fór túsunda prógvið at fara av húsinum.


Miðal avrik

Jan Lamhauge var uppi í heimsspeki, sum er ein av lærugreinunum, sum hevur staðið næmingunum í boði, síðani farið varð undir nýggju skipanina í HF og studentaskúlanum. Hann hevur gingið í einum miðstigsbólki, har tað bæði hava verið HFarar og studentar, og tá hann í gjáramorgunin tók ein spurning, snúði hann seg um behaviorismu:

­ Fyrra partin av spurninginum haldi eg sjálvur, at eg kláraði eg væl, men tá vit fóru at tosa um Karl Marx gekk ikki so væl. Men eg eri nøgdur við átta talið, sum eg fekk, segði Jan Lamhauge, tá hann hevði fingið blómur frá rektaranum og var fotograferaður væl og virðiliga av myndamanninum hjá Sosialinum.


Ógvuliga strevið

Jan Lamhauge duldi ikki, at hann var fegin, og hann helt, at próvtøkutíðin hevði verið ógvuliga strevin:

­Vit hava verið níggju ferðir til munnliga próvtøku, og tað er nógv eftir so stuttari tíð. Fyrstu ferðirnar var næstan ein vika ímillum hvørja lærugreinina, og tá hevði tú tíð at fyrireika teg, men fram ímóti endanum hevur verið nógv tættari, og tá tú harafturat ert troyttur, so sigur tað seg sjálvt at fyrireikingarnar verða ikki tær somu.

Hvat hevur tær dámað heimsspekina?

­ Tað hevur verið stak áhugavert, og eg havi lært eina rúgvu.

Hvat fert tú at gera, nú tú ert liðugur?

­ Fyrst fari eg at hvíla meg, og so fari eg at finna mær okkurt at gera. Eg havi ikki hug at fara undir nakran lesna nú beinanvegin. Tað einasta, sum liggur fast, er, at eg fari til Danmarkar í august á konsert hjá tónleikabólkinum U2. Mær dámar henda bólkin sera væl, og eg skrivaði høvuðsuppgávu um hann, greiðir nýklækti HFarin, sum fekk húgvu nummar túsund, frá.


Prógvini í

komandi viku

Mánadagin klokkan verður pisufundur á Gøtu sandi. Har fer Hanus Andreasen, rithøvundur at flyta fram røðu. Sonja Jógvansdóttir fer at tala vegna studentarnar og Vivian Simonsen fyri HFararnar.

Prógvini verða handað mikudagin klokkan 15.15. Tá fáa 28 HFarar og 51 studentar prógv á Kambsdali. 29 studentar eru málsligir, og 22 eru støddfrøðiligir. 23 HF arar eru konufólk og fimm eru manfólk. Konufólkini eru eisini í meiriluta í studentaskúlanum. 31 gentur og 20 dreingir fáa studentsprógv.

Næmingagrundarlagið í Studentaskúlin og HF skeiðnum í Eysturoy eru Norðoyggjar, Eysturoy og Norðurstreym.

Klaksvíkar HF skeið hoyrir saman við Studentaskúlanum í Eysturoy. Í Klaksvík fáa 17 næmingar fult HF prógv í komandi viku, umframt at ein rúgva av øðrum hevur lokið eina ella fleiri lærugreinar. Prógvini í Klaksvík verða handað hósdagin.


Áhugin stórur

Fimm flokkar fara úr Studentaskúlanum á Kambsdali, og fimm nýggir koma inn. Tríggir studentaflokkar og tveir HF flokkar fara út, og fýra studentaflokkar og ein HF flokkur koma inn.

Í Klaksvík fer ein flokkur út, og ein verður tikin inn. Flokkurin í Klaksvík er fullmannaður, tað vil siga, at har verða 24 næmingar. Bíðilisti er til HF skeiðið í Klaksvík, og næmingarnir, sum standa á bíðilista hava fingið tilboð um at byrja á Kambsdali. Um tað so vísir seg, at tað seinnni verður pláss fyri teimum í Klaksvík, verður møguleiki at flyta.