- Húgvan er prikkurin yvir i’num

Hóast føroysku klæðini gerast alsamt meira vanlig hjá føroyingum at eiga, er tað sama ikki galdandi fyri føroysku húgvuna. Men hon hoyrir til sambært tveimum systkinabørnum úr Kollafirði.

Regin Lindenskov Hansen, 22, og Bartal Hansen, 23, vóru farnir á ólavsøku í fullum búna.

 

- Eg fekk míni føroysku klæði í 2009, og síðan tá havi eg verið á hvørjari ólavsøku í føroyskum klæðum, sigur Bartal, sum tó ikki heldur, at ólavsøkukenslan broytist stórvegis, um man er í føroyskum klæðum ella ikki.

 

- Míni føroysku klæði komu um sama mundi, og eg fekk húgvuna samstundis. Hon hoyrir til og kann sigast at vera prikkurin yvir i’num, sigur Regin.

 

Á ólavsøku plaga systkinabørnini at ganga og mala.

 

- Vit hava onga fasta ætlan. Tá man møtir onkrum, steðgar man upp og tosar við tey, og so fer man víðari. Í kvøld hava vit tó verið til nátturða hjá familju, sum hevur ligið fast, sigur Bartal.

 

Ólavsøkan er týdningarmikil, men ikki so nógv vegna Ólav kong.

 

- Tey fægstu nýta nokk ólavsøkuna at minnast Ólav. Tann týdningurin er líkasum gliðin út, meðan tað er vorðið alt meira týdningarmikið at møta fólki og tosa við vinir, sum ein ikki hevur sæð í langa tíð, sigur Regin.

 

Í morgin fara Regin og Bartal at halda ólavsøku á sama hátt sum í dag nevniliga við at ganga oman og niðan uttan nakra ávísa ætlan.