Hugurin at samráðast minkar

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at Løgtingið skal halda fingrarnar vekk frá sáttmálasamráðingunum ímillum arbeiðsgevarar og fakfeløg. Men tekur Løgtingið undir við uppskotunum um at tímalønt skulu hava rætt til at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag, er tað nettupp at leggja seg út í samráðingarrættin.

Arbeiðsgevararnir siga, at verður rætturin ásettur við lóg, skerjir tað samráðingarrættin, tí so verður tað so mikið minni at samráast um.

Men vita fakfeløgini, at ávís rættindini undir øllum umstøðum koma við lóg fyrr ella seinni, fer tað eisini at taka hugin frá teimum at samráðast, halda arbeiðsgevararnir.

Teir siga, at orsøkin til, at summi fakfeløg hava hendan rættin, er, at tey hava raðfest spurningin í samráðingunum, men tað hava tey, sum ikki hava hendan rættin, ikki gjørt.

- Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava samráðst seg fram til hendan rættin og hava goldið fyri hann av lønarkarminum.

Arbeiðsgevarar siga, at hetta sæst á talvuni, har lønargongdin hjá arbeiðarafeløgunum og Starvsmannafelagnum hesi seinastu árini, er samanborin.

Arbeiðarafeløgini er tann bláa strikan og Starvsmannafelagið tann reydliga. Har sæst, at í nógv ár fekk Starvsmannafelagið nógv minni í lønarhækking enn arbeiðarafeløgini, tí tey raðfestu øðrvísi.Men fáa tímalønt nú lógartryggjan rætt at vera heima hjá sjúkum børnum, fer tað uttan iva at ávirka næstu samráðingar á almenn arbeiðsmarknaðinum, halda arbeiðsgevararnir.