Hugurin at berjast lítil í Klaksvík

Um tað eru ljósu tíðirnar, ið hava bøtt um sinnalagið, ella føroyingar bara berjast minni, er ilt at gita um. Í øllum førum var ógvuliga friðarligt hjá løgregluni, hóast bæði norðoyastevna og truckerfestivalur vóru í Klaksvík um vikuskiftið

112

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Eitt tað størsta mentanarvikuskiftið í Føroya søgu er júst farið afturum. Í høvuðsstaðnum var mentanarnátt fríggjakvøldið, í Skálabotni var fjarðafestivalur, og í Klaksvík var bæði norðoyastevna og truckerfestivalur í einum.

Hesi tiltøk hava øll í sínum lag savnað eina rúgvu av fólkum, og tá nógv fólk savnast, og veitsluhugurin er í topp á kvøldi, er vanliga eisini skjótt at hugurin at berjast kemur á fólk. Men soleiðis var ikki hetta vikuskiftið.

Í Havn hevur verið óvanliga friðarligt. Klokkan 19.20 leygarkvøldið varð boðað frá, at fýra mans vóru farnir upp at sláast á Vaglinum í Havn. Talan var um fýra russar, og teir vóru tiknir við á støðina at køla av. Neyðugt var við tolki, til tess at fáa tosað við menninar. Tá teir høvdu verið inni eina tíð, vóru teir tó sissaðir og latnir leysir aftur.

Sunnunáttina klokkan 2.49 varð meldað, at tað var eitt størri slagsmál við Steinatún.

Tá løgreglan kom á staðið, vóru fleiri, ið vóru í hornatøkum, men teir sissaðust skjótt. Tó var ein, sum í var verandi í reyða feltinum, og sparkaði og sló. Hann varð handtikin, og verður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.


Váttligt í Klaksvík

Vikuskiftið í Klaksvíkini var sera friðarligt sum heild. Løgreglan hevur í mestan mun havt við fólk, ið hava fingið ov nógv niðurum, at gera.

Seks ferðirnar hevur løgreglan verið úti og vakt fólk, bæði konufólk og mannfólk. Eingin er tó tikin á støðina.

Tvey herverksmál hava verið. Ein rútur var brotin á einum skonkistaði, og gerningsmaðurin hevði skorið seg. Hann varð koyrdur á sjúkrahúsið. Hetta var leygarnáttina klokkan 2.42.

Klokkan 3.33 vóru tveir mans farnir til hendurs uttanfyri KÍ-høllina, og tað málið varð loyst við at annar persónurin varð sendur til hús.

Ein persónur hevði lagt seg at sova í einum bili, har hann einki hevði at gera, og hann varð vaktur av løgregluni.

Klokkan 4.14 sunnunáttina vóru trý ungfólk í so áhugað í einum bili, ið stóð við sandin. Tey vóru burturvíst tá løgreglan kom á staðið.

Alt í alt er talan um eitt sera friðarligt vikuskifti í Klaksvík, tá havt verður í huga at bæði norðoyastevna og truckerfestivalur hava verið.

Um vikuskiftið er eingin í landinum tikin fyri rúsdrekkakoyring ella ov nógv ferð.